Í Kollafirði eru tey stolt av sínum innrógvarum, og á Facebook skrivar KÍF-kappróður, at kollfirðingar hava skrivað søgu í Bretlandi.
Í vikuskiftinum vóru seks kvinnuligir innirógvarar úr kollafirði og kappaðust um bretsku meistaraheitini í inniróðri. British Open er ein hin kendasta kappingin og er høga luttøkutalið hareftir. Yvir 2000 luttakarar hava kappast í stóra hallarkompleksinum í Birmingham.
Í KÍF-kappróðri siga tey, at tað gekst út yvir øll mørk. Umframt fleiri persónlig met, so hevur ferðalagið heili 20 heiðursmerki heim við aftur, harav at 12 eru meistaraheiti.
Tær sum róðu inniróður í Birmingham vóru Vár Guriardóttir, Sarita Kristina Hansen, Zoe Dickson, Nanna Schiller, Poula Christiansen og Vár Í Húsinum.
Týskvøldið klokkan 19.30 skipar KÍF-kappróður fyri móttøku fyri innirógvarunum í kappróðarneystinum