Netflix hevði stórar tekniskar trupulleikar, og nógv fólk sóu ikki boksidystin millum fyrrverandi heimameistaran í tungvekt, Mike Tyson, og youtube’aran og boksaran Jake Paul. Dysturin var boksaður í nátt føroyska tíð framman fyri 70.000 áskðarum í Texas.
Sambært heimasíðuni Downdetector boðaðu 85.000 brúkarar frá, at Netflix ikki riggaði. Eisini her í Føroyum verður á Facebook boðað frá, at fleiri ikki sóu dystin av tekniskum trupulleikunum.
Í boksiringinum hevði 58 ára gamli Mike Tyson als ongan møguleika móti tí 27 ára gamla Jake Paul, men kláraði kortini at boksa øll átta umførini. Dysturin varð avgjørdur við dómarastigunum 80-72, 79-73 og 79-73.
Mike Tyson gavst sum yrkisboksari fyri 19 árum síðan. Hann gjørdist sum 20 ára gamal í 1986 tann yngsti heimsmeistarin í tungvekt nakrantíð. Hann var eisini tann fyrsti, sum samtundis var heimsmeistari í øllum trimum boksisambondunum, WBA, WBC og IBF.
Niðanfyri sæst, hvussu skermurin sá út hjá fleiri brúkarum á Netflix í nátt.