Renna vetrarkapping á Toftum leygardagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um vikuskiftið verður farið í gongd við Vetrarkappingina í renning, tá ið fyrsta umfar í RASKA Vetrarkappingini 2024-25 verður runnið á Toftum klokkan 11 leygarmorgunin.

Tey vaksnu renna umleið 10,5 kilometrar. Byrjað verður sum vant við Tofta skúla, og síðan verður runnið vanligu leiðina suðureftir niðan á Agnið, oman til Runavíkar, runt Rókina og út á mál niðanfyri kommunuskrivstovuna á Toftum.

Børnini renna umleið 5 km frá vegnum árakað Toftavatn. Runnið verður norðureftir, sama veg, sum tey vaksnu, oman til Runavíkar, runt Rókina og út á mál niðanfyri kommunuskrivstovuna á Toftum.

Meldast kann til á tilmeldingarsíðuni hjá FÍF heilt fram til startin. Eisini kann meldast til á staðnum.

Hetta er fyrsta av átta vetrarkappingum, og kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2008)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1970-1979)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1960-1969)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1959 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2004-2008)
-Gentur / Dreingir (f. 2009-2013)