Rógvi og Rutt vunnu fyrstu vetrarrenningina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjár var fyrsta vetrarkappingini í renning á Toftum. Runnir vóru 10,5 kilometrar.

Hjá monnunum var Føroya fremsti rennari í løtuni, Rógvi Kárason fremstur við tíðini 35 minuttir og 9,1 sekund. Næstur hon kom Oliver Granhøj við 36 minuttum og 32,3 sekundum. Nummar trý var Neli Heldarskarð við 36 minuttum og 36,7 sekundum. Allir tríggir renna fyri havnarfelagið Bragdið.

Hjá kvinnunum vann Rutt Gregersen úr Treysti við 46 minutti og 36,1 sekundum. Maria Chun Nielsdóttir úr Bragdinum varð næst um málið við 48 minuttum og 42,4 sekundum og nummar trý gjørdist Lydia í Lambanum við 49 minuttum og 1,0 sekundum.

Øll úrslitini síggjast her

Hesi vunnu ymisku aldursbólkarnar:

Menn:
MennRógvi Kárason35:09.1
Mansunglar (2004-2008)Torbjørn Hentze38:40.6
Menn veteranar (1970-1979)Sigurd av Reyni39:44.3
Menn superveteranar (1960-1969)Henry Olsen39:43.5
Menn ultraveteranar (f.1959 ella fyrr)Josvein Herup Olsen47:20.5
Kvinnur:
KvinnurRutt Gregersen46:38.1
Kvinnuunglingar (2004-2008)Teresa Jansdóttir í Lambanum1:04:26.7
Kvinnur veteranar (1970-1979)Maria Chun Nielsdóttir48:42.4
Kvinnur superveteranar (1960-1969)Óluva Zachariasen53:54.4
Kvinnur ultraveteranar (f.1959 ella fyrr)Sunneva Jensen1:12:27.4
Kelda. fif.fo