Í sambandi við at nýggi langhylurin letur upp 5. novembur 2024, verður ókeypis atgongd til allar hentleikarnar í Svimjihøllini í Gundadali, eisini nýggja vælveruøkið. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu síni.
Tilboðið er galdandi frá 5. novembur til 7. novembur og aftur frá 11. novembur til 15. novembur.
Í vikuskiftinum frá fríggjadegnum 8. november til og við sunnudagin 10. november, verða vælveruøkið og langhylurin nýtt til svimjikapping, og tí er ókeypis tilboðið bert galdandi fyri eldra partin av svimjihøllini hesar dagarnar.
Tórshavnar Kommuna boðar eisini frá, at allar vanligu reglurnar fyri Svimjihøllina í Gundadali eru galdandi, meðan tilboðið er. Tað merkir millum annað, at øll skulu hava armband til skáp, og at í mesta lagi 200 fólk sleppa inn í høllina í senn.