Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2025-04-25 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Føroyskir sjómenn í Noreg, Samrøða við: Jógvan Hugo Gardar . – Flaggdagsrøða: Ben Arabo. – Stóra rúsevnismálið…

25.04.2025
2025-04-25 – Tíðindi kl 12 friggjadag

Suðuroyartunnilin. – Reyðikrossur endurtekur væleydnaðu Summarleguna, samrøða: Bjørk Berg Wiggins hjá Reyðakro…

25.04.2025
2025-04-24 – Tíðindi kl 17 hósdag

Atlansflog roknskapur. – Vakmyndatól. – FSF- landsdystir.

24.04.2025
2025-04-25 – Tíðindi kl 12 hósdag

Samrøða: Sólbjørg Jakobsen, virkandi forkvinna í Liberal Alliance. – Vakmyndatól. – Føðitíttleikin. – Løggan. …

24.04.2025
2025-04-23 – Tíðindi kl 17 mikudag

Anna Falkenberg ósamd við Sjúrð. – Ráðstevna í juni. – Revsilógin broytast. – Eina mánansløn í bót. – Bústaðar…

23.04.2025
2025-04-23 – Tíðindi – kl 12 mikudag

Revsilógin brotast. – Hanna spyr um installatørar. – Svar til Jórun Pólsdóttir. – Eina mánaðarløn í bót. – Bús…

23.04.2025
2025-04-22 Tíðindi kl 17 týsdag

Skipan á burturkastøkinum. – Starvsfólk. – Stórt rúsevnamál í rættinum. – Tvørkirkjulig gudstænasta, Samrøða: …

22.04.2025
2025-04-22 – Tíðindi kl 12 týsdag

Stórt rúsevnamál í rættinum. – Tvørkirkjulig gudstænasta, samrøða: Astrid Hansen. – Fleiri heilsuøki. – Galaxy…

22.04.2025
2025-04-16 – Tíðindi kl 17 mikudag

Útflutningurin. – Elframleiðslan. – Talv FM. – Mentanarvika í Runavík. – Kyndil ella St.Íf. – KÍ víðari. – Ele…

16.04.2025
2025-04-16 – Tíðindi kl 12 mikudag

Innflutningurin. – Oljudálking á vegnum millum Søldarfjørð og Gøtu. – Elframleiðslan. – Aftur eitt stórt hasjm…

16.04.2025
2025-04-15 – Tíðindi kl 17 týsdag

Kanjon ger skúlan í Leirvík. – Ráfiskakeyparafelagið havt aðalfund. – Leið 401. – FC Hoyvík 10.001 krónu í bót…

15.04.2025
2025-04-15 – Tíðindi KL 12 týsdag

Leið 401. – Landsbankin – ársfrágreiðing. – Kvinnurnar fáa meira løn. – Flogskipararnir gjørt sáttmála. – Hand…

15.04.2025
2025-04-14 – Tíðindi KL 17 mánadag

Knípur at røkka CO2 málunum. – Koppseting. – Hendingin á Vestmannavegnum. – 5. umfar í Betri deildini. – Hondb…

14.04.2025
2025-04-14 – Tíðindi KL 12 mánadag

Fiskamarknaðurin, samrøða við Høgni Hansen. – Koppseting. – Hendingin á Vestmannavegnum. – Hondbóltsskvinnurna…

14.04.2025
2025-04-11 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Húsareynstunnilin. – Tríggja daga leikbann fyri bollakrám. – Rúsdrekkasølan hækkar prísirnar. – Løn í skúlatíð…

11.04.2025
2025-04-11 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Løn í skúlatíð. – Tannrøktin má kannast hjá eldri fólki. – Byggja í Klaksvík. – Koyrdu út av á Hvítanesi….

11.04.2025