Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2025-04-10 – kl 17 hósdag

Nevndarval – Rokadur í Tjóðveldi, samrøða: Sirið Stenberg – Kunnu ikki sigla skjótari enn 8.míl – Fólkatalið -…

10.04.2025
2025-04-10 – Tíðindi kl 12 hósdag

Fólkatalið – Dýrari at parkera á flogvøllinum – Missa koyrikort administrativt eftir hávatenn – Løggan – Føroy…

10.04.2025
2025-04-09 – Tíðindi kl 17 mikudag

Føroyar-Litava kl 19 í kvøld, samrøða: Rói Joensen. – Ólavur Ellefsen formaður í stýrinum fyri Listasavninum. …

09.04.2025
2025-04-09 Tíðindi kl 12 mikudag

Sólvit gevst í politikki, samrøða: Ruth Vang. – SSL mælir til at skráseta seg við p-tali. – Samverk fær goldna…

09.04.2025
2025-04-08 – Tíðindi kl 12 týsdag

Bústaðarbygging í Føroyum, samrøða: Margit Stórá, landsstýriskvinnan. – Betri pensjón. – Finskur professari sk…

08.04.2025
2025-04-07 – Tíðindi kl 17 mánadag

Virðisbrævamarknaðurin sær blóðreyður út í Evropa í morgun, samrøða: Bjørn Kunoy. – Brúka gjaldskortið uttanla…

07.04.2025
2025-04-07 – Tíðindi kl 12 mándag

Partabrævaskrædl. – Brúka gjaldskortið uttanlands. – Norðurlandaráðið. – Kommunan á Tvøroyri keypir Føroya Ban…

07.04.2025
2025-04-04 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Partrolarin Skoraberg fór á land. – Bjartskygni heldur minni. – Dýrari at ferðast um flogvøllin. – Visit Faroe…

04.04.2025
2025-04-03 – Tíðindi kl 17 hósdag

Torbjørn Jacobsen lítið um sparingar og spáddi nýval. – Suðuroyartunnilin, samrøða: Aksel V. Johannesen, Løgma…

03.04.2025
2025-04-03 – Tíðindi kl 12 hósdag

Spáddi nýval, brot úr Stjórnini, Tórbjørn Jacobsen. – Trump og tollur, samrøða: Johnny í Grótinum. – Avtalan v…

03.04.2025
2025-04-02 – Tíðindi kl 17 mikudag

Tryggingin stórt yvirskot. – Føroysk Miðlafólk fara at stevna landsstýrinum, samrøða: Jón Brian Hvidtfeldt….

02.04.2025
2025-04-02 – Tíðindi kl 12 mikudag

Breiðar semjur um nýskipan. – Meira vitan til uttanlandsnevndina. – VP skrivar um felag hjá Elon Musk í Føroyu…

02.04.2025
2025-04-01 – Tíðindi kl 17 týsdag

Nýggjur almannastjóri. – Útoyggjastuðul. – Closed for Maintenance. – Ruth sigur nei til Suðuroyartunnil. – SSL…

01.04.2025
2025-04-01 – Tíðindi kl 12 týsdag

Strandferðslan dagførir ferðaseðlaprísir. – Príshækkingar há Strandferðsluni, samrøða: Henny á Líknagøtu. – Ru…

01.04.2025
2025-03-31 – Tíðindi kl 17 mánadag

Samrøða: Magnus Dam, nýggjur KVF stjóri. – Reyði Krossur. – Samrøða: Ruth Vang, Fíggjarlógin.

31.03.2025
2025-03-31 – Tíðindi kl 12 mánadag

Føroyska ferðavinnan setti met í 2024. – Næmingaheim í Hovi. – Nýggjur kringvarpsstjóri. – J&K Petersen vi…

31.03.2025