Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2025-03-27: Tíðindasendingin klokkan 17

Gøtidalstunnilin. Heilsurøktarfelagið nýggjan eitt ára sáttmála. Klagur til brúkaraumboðið. Megna Føroyar at h…

27.03.2025
2025-03-27 – Tíðindi kl 17 hósdag

Svar til fyrispurning um Gøtudalstunnilin. – Heilsurøktarafelag nýggjan sáttmála. – Brúkaraumboðið. – Tilbúgvi…

27.03.2025
2025-03-26 – Tíðindi kl 17 mikudag

Semja á arbeiðsmarknaðinum, samrøða: Per Martin Gregersen. – Dalstunnilin. – Ákærdur fyri neyðtøku.

26.03.2025
2025-03-26 – Tíðindi kl 12 mikudag

Montenegro – Føroyar 1-0, samrøða: Trygvi Absalonsen. – Ákærdur fyri neyðtøku. – Dalstunnilin. – Earth Hour. -…

26.03.2025
2025-03-25 – Tíðindi kl 17 týsdag

Læna pengar í fleiri londum. – Sjófeingislógin, samrøða: Hans Jacob Thomsen. – Læknfelagið nýggjan formann. – …

25.03.2025
2025-03-25 – Tíðindi kl 12 týsdag

Sjófeingislógin, samrøða: Hans J. Thomsen. – Læna pengar í fleiri londum. – Læknafelag Føroya nýggjan formann….

25.03.2025
2025-03-24 – Tíðindi kl 17 mánadag

Nú má táttast í, samrøða: Johnny í Grótinum, formaður í búskaparráðnum. – Prísvøksturin er nú nakað størri enn…

24.03.2025
2025-03-24 – Tíðindi kl 12 mánadag

Brúkaraprístalið. – Nú má táttast í. – Hernaðarfyrilestur í Lamba. – Talv. – Barnafestivalur.

24.03.2025
2025-03-21 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Laksprisurin sera lágur. – Nýggjur umhvørvisleiðari hjá IRF. – Løn til kirkjutænarar. – Faroese Music Awards 2…

21.03.2025
2025-03-21 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Nú mugu broytingar gerast. – Faroese Music Awards 2025, samrøða: Marianna Nagata. – Løggan. – Løn til kirkjutæ…

21.03.2025
2025-03-20: Tíðindasendingin klokkan 17

Gott ár hjá Smyril Line. Fartelefonin verður ikki bannað í fólkaskúlunum. Virðislønir frá Novo Nordisk grunnin…

20.03.2025
2025-03-20 – Tíðindi kl 12 hósdag

Heiðursløn til lektarar á Setrinum. – Sendingar um Heðin Brú. – 2500 til kvinnulandsdyst. – Far við til Kosovo…

20.03.2025
2025-03-19 – Tíðindi kl 17 mikudag

Besta úrslit hjá Sparikassanum, samrøða: Marner Mortensen, stjóri. – Arbeiðsmarknaðurin. – Gransking í Arktis….

19.03.2025
2025-03-19 – Tíðindi kl 12 mikudag

Arbeiðsmarknaðurin. – Menna teldutýðing millum føroyskt og enskt. – Ikki undirtøka fyri telefonforboð. – Nógv …

19.03.2025
2025-03-18 – Tíðindi kl 17 týsdag

Samrøða: Bárður á Steig Nielsen, Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum um Nýtt Samband. – Avtala við Bretland. -…

18.03.2025
2025-03-18 – Tíðindi kl 12 týsdag

Broytingar í sjófeingislógini, samrøða: Hanus Hansen. – Trygd roknskapur 2024. – Fregattin Auvergne hjá fronsk…

18.03.2025