Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2024-12-16 – Tíðindi kl 17 mánadag

Tilmæli um fiskiskap. – Fíggjarlógin – meirlutin. – Fíggjarlógin meirlutin 1 Viðurkenning. – Fíggjarlógin – mi…

16.12.2024
2024-12-16 – Tíðindi kl 12 mánadag

Fíggjarlógin – meirlutin. – Fíggjarlógin meirlutin 1 Viðurkenning. – Fíggjarlógin – minnilutin. – Samrøða: Bár…

16.12.2024
2024-12-13: Tíðindasendingin klokkan 17

Strandalandaavtala millum Føroyar og Noreg. Fíggjarlógin. Hægri veitingar. Lønir. Tjóðleikhúsið. HM-lutakastið…

13.12.2024
2024-12-13: Tíðindasendingin klokkan 12

HM-lutakastið staðfest. Útgoldnar lønir í ár. Tjóðleikhúsið. Ivan Niclasen. Ársins orð. Samrøða við Trygva Abs…

13.12.2024
2024-12-12 : Tíðindasendingin klokkan 17

Samrøðu við Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum. KAF og maskinmeitarafelagið. Rentan lækkar. …

12.12.2024
2024-12-12 – Tíðindi kl 12 hósdag

Lítla Dímun, samrøða: Róin Schrøter, formaður stýrið fyri Oynna. – Styttri bíðilistar. – Ongin kanningarstjóri…

12.12.2024
2024-12-11 – Tíðindi kl 17 mikudag

Norra-samráðingarnar um sildina. – Handaðu løgmanni undirskriftirnar. – Sólorka í Føroyum. – Gjald á tóm hús. …

11.12.2024
2024-12-11 – Tíðindi kl 12 mikudag

Frágreiðing um aliivinnuna. – Veltan tekur undir við nýggjari linjiføring. – Gjald á tóm hús. – Elveitingarlóg…

11.12.2024
2024-12-10 – Tíðindi kl 17 týsdag

Bústaðarbyrðan. – Nýtt skip til Streymnesar. – Hjálp til Suður-Sudan og Filipsoyggjarnar. – Varðhaldsfongslaðu…

10.12.2024
2024-12-10 – Tíðindi kl 12 týsdag

Samrøða: Bjarni Johansen, valdur til býráðsformann – Varðhaldsfongslaður fýra vikur afturat. – Hákun Djurhuus,…

10.12.2024
2024-12-09 – Tíðindi kl 17 mánadag

Smyril hevur ikki brotið lógina. – Tunlarnir Norður um Fjall lidnir í næstu viku. – Avloysaraskip fyri Smyril….

09.12.2024
2024-12-09 – Tíðindi kl 12 mánadag

Løgtingsgranskoðarirnir hava lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at fáa frágreiðingina, sum landsgr…

09.12.2024
2024-12-06 – Tíðindi kl 17 fríggjadag
06.12.2024
2024-12-06 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Akranes í illveðru. – Starvsfelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag gjørdu skjótt av. – Málið um arbeiðsfremjandi…

06.12.2024
2024-12-05 – Tíðindasendingin klokkan 17

30 miljónir minni í inntøkuskattum. Kalsoyarferjan. HM-dystir hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Tøl frá løgreglu…

05.12.2024
2024-12-05 – Tíðindi kl 12 hósdag

Samrøða: Marin Gaardlykke, alt liggur stilt frá SSL. – Kári Johansen í studio, havnaviðurskiftini í Havn. – Ve…

05.12.2024