Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2024-09-06 – Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag

Í morgin byrjar Nations League kappingin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Føroyar spæla fyrsta dystin móti No…

06.09.2024
2024-09-05 – Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Samrøða: Bárður á Steig Nielsen, grein 52a fyrispurningi til løgmann. 5 mill ov nógv. Roknskapur hjá Suðuroyar…

05.09.2024
2024-09-05 – Tíðindir á FM1 kl 12 hósdag

Samrøða: Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-monnunum. Roknskapur hjá Suðuroyar Sparikassa. Vakmyndatól. Dalstunn…

05.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 mikudag

Gera klárt til at útbyggja Vága floghavn. Skulu lata roknskapin inn. Oljan størsta orkukeldan. Løggan í Suðuro…

04.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mikudag

Ætlanin um at hava eitt háskúlaskeið í Grøna háskúlanum á Sandi í heyst er slept.Samrøða: Ári Brend. Løggan í …

04.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 17:00 týsdag

Rektari sagt seg úr starvi. Nýggjur rúsustjóri. Eitt uppskot til kunngerð um burturkast sum hevur verið til ho…

03.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag

Ikki so røsk at koppseta okkum. Samrøða: Stjórin í Heilsustýrinum, Bjarna á Steig. Navia keypt Andreas í Vágsb…

03.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 17

Landsstýrismálanevndin. Strandferðslan er gjørd varug við, at falskar lýsingar um Strandferðsluna koyra á Face…

02.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mánadag

Nýggjur Kambur komin. Heystfrágreiðingin fá Búskaparráðnum.Samrøða: Johnny í Grótinum er formaður í búskaparrá…

02.09.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 fríggjdag

Fyrrapartin í dag eru fimm fólk til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Samrøða: Norð-festivalurin Niels Juel …

30.08.2024
Tíðindir á FM 1 kl 12 fríggjadag

Fimm fólk til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Elin á Rógvi fekk í gjár barna og ungdómsmentavirðisløn Útno…

30.08.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Heilt nógv løgreglufólk hava verið í Vágsbotni. Jákup á Borg er B68 venjari, og tað verður hann, inntil hetta …

29.08.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 hósdag

Danska stjórnin umskipað. KÍ skal vinna á HJK Helsinki á útivølli. Samrøða: Tummas Lervig. Margit á fundi við …

29.08.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 mikudag

Útlátið verksir aftur. Nadoddur koppaði. Arbeiðsgevarakanning- formann: Jón Sigurðsson. Ruth Vang, landsstýris…

28.08.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mikudag

Nadoddur koppaði. Føroya Arbeiðsgevafelag legði úslitið av einari stórari spurnarkanning um starvsfólkatørv fr…

28.08.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag

Helena søkt.Samrøða: Olivur Joensen. Hjalti hjálparvenjari hjá Bredsdorff ikki sæð bluetongue í Føroyum.Samrøð…

27.08.2024