Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2024-11-21: Tíðindasendingin klokkan 17

Samrøða við Høgna Hoydal, landsstýrismann um møgulig ES-revsitiltøk, landsrætturin um kvoturnar hjá Phoenix, B…

21.11.2024
2024-11-21: Tíðindasendingin klokkan 12

Strandferðslan og krøv um ferðafólkaskráseting. Samrøða við Dennis Holm, landsstýrismann um sama mál. Sjúrður …

21.11.2024
2024-11-20: Tíðindasendingin klokkan 17

Samrøða við Niels Nielsen frá Strandfaraskipum Landsins um at skráseta øll ferðafólk, sambært SOLAS-reglunum. …

20.11.2024
2024-11-20: Tíðindasendingin klokkan 12

Samrøða við afturvalda borgarstjóran í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen. Berghol til Vestmanna. Avskrivinga…

20.11.2024
2024-11-19 – Tíðindasendingin klokkan 17

Samrøða við Helga Abrahamsen, løgtingsmann Sambandsfloksins um fíggingarleistin til Suðuroyartunnilin. Nýggj i…

19.11.2024
2024-11-19: Tíðindasendingin klokkan 12

10.000 oljutangar mugu skiftast. Óskøddir bilførarar. Steno-miðstøðin. Ronni Hammer verur ikki borgarstjóri í …

19.11.2024
2024-11-18 – Tíðindasendingin klokkan 17

Russlandssáttmálin, Levi Mørk og Vágs býráð, Flogternur lønarsáttmáli, Keypssamtøkan, tilbúgvingarsamstarv, Sk…

18.11.2024
2024-11-18 – Tíðindasendingin klokkan 12

Samrøða við Levi Mørk, býráðslim í Vági sum saman við trimum øðrum ikki møtti á fundi í nýggja býráðnum í Vági…

18.11.2024
2024-11-15 – Tíðindir kl 17 fríggjadag
15.11.2024
2024-11-15 – Tíðindir kl 12 fríggjadag
15.11.2024
2024-11-14 – Tíðindir kl 12 hósdag

Samrøða: 28 ára gamla Elsa Berg verður nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. – Samrøða: Varaborgarstjóri …

14.11.2024
2024-11-13 – Tíðindir kl 17 mikudag

Løngjaldingar. – Samrøða: Dávur Juul. – Borgarstjórar. – Val í Tórshavn.

13.11.2024
2024-11-13 – Tíðindi kl 12 mikudag

Samrøða: Eirikur Lindenskov. Borgarstjórar. – Samrøða: Suni í Hjøllum – Eyð Elingsgaard.

13.11.2024
2024-11-12 – Tíðindir kl 17 týsdag

Magn nýggjan stjóra. – Slitnir Hvalbiar trol­ar­ar skulu dag­før­ast. – Kommunuval er í dag. – Fyrsti veljarin…

12.11.2024
2024-11-12 – Tíðindir kl 12 týsdag

Eysturlund, samrøða: Gunnar Nielsen Effo. – Kommunuval er í dag. – Fyrsti veljarin valdi í Hoyvík. – Kommmunur…

12.11.2024
2024-11-11 – Tíðindir kl 17 mánadag

Minka um luktin í Fuglafirði. – Heimahjálparar klagaði. – Vilja heldur lesa uttanlands. – Svimjihøllin í Runav…

11.11.2024