Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 mánadag – 08/09/2025

Horvin ferðafólk , samrøður við: Jens Jákup Hansen og Gunnar R. Nattestad. – Húsareynstunnilin stongdur. – Mak…

08.09.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 08/09/2025

Ferðavinnan og útlendingar. – Fiskamarknaðurin, samrøða við: Høgna Hansen. – Útlendingar útvístir. – Anna Elis…

08.09.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 05/09/2025

Hálvársúrslit hjá Betri. – Ráðstevna um ferðavinnu. – Tveir nyggir handlar í Vági. – Føroyar – Kroatia, samrøð…

05.09.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 05/09/2025

Leita eftir meksikanara. – Føroyar – Kroatia, samrøða við: Eyðun Klakstein. – Ísland-Føroyar 1-2. – Trý søkja …

05.09.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 04/09/2025

Siglingarbókin á Vanganum. – KBI selt. – Útselt á Tórsvølli. – Lønarvøksturin. – U21-Landsliðið, samrøða við Ó…

04.09.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 04-09-2025

Lønarvøksturin. – U21 fótbóltslandsliðið, samrøða við Ólav Mikkelsen. – Ríkismyndugleikarnir atgongd til fólka…

04.09.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 03/09/2025

Aftur dálkað vatn í Havn. – Nýskipanarnevndin, samrøða við: Aksel V. Johannesen. – Spyr um Galaxy. – Sjónligt …

03.09.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 03/09/2025

Nýskipanarnevndin, samrøða við: Aksel V. Johannesen. – Skúlastjóri í Sumba. – Byggisamtykt broytt. – Vita ikki…

03.09.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 02/09/2025

Nýskipanarnevnd, samrøða við: Ben Arabo. – Bilasølan. – Brúka nógvar pengar uttanlands. – Sirið til Osaka. – E…

02.09.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 02/09/2025

Nýskipanarnevnd, samrøða við: Ben Arabo. – Brúka nógvar pengar uttanlands. – Sirið til Osaka. – Eirasgarður 2….

02.09.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 01/09/2025

Búskaparfrágreiðning, samrøða við: Johnny í Grótinum. – Jóhanna á Bergi. – Stjórin sendur heim.

01.09.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 01/09/2025

Bjørt verið á Ålandi. – Fiskamarknaður Føroya, samrøða við: Høgna Hansen. – Jóhanna á Bergi. – Leysir hundar. …

01.09.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 29/08/2025

SEV aðalfundur, samrøða við: Harald Símunarson Hammer. – Galaxy kanning. – Onki skil á Ellisheimunum við heili…

29.08.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 29/08/2025

SEV aðalfundur. – Onki skil á Ellisheimunum við heilivági. – Fleiri gistingar á gistingarhúsunum. – Úrslit hjá…

29.08.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 28/08/2025

Gjaldstovan á Vanganum við lønum. – Norð festivalurin, samrøða við Niels Juul Nolsøe. – Inn at sita fyri at hó…

28.08.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 28/08/2025

Veljarakanningin, samrøða við: Beinir Johannesen. – Inn at sita fyri at hótta Ruth Vang. – Grimsby koyrdi Man….

28.08.2025