Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 mikudag – 27/08/2025

Veljarakanning hjá portal.fo, samrøða við: Aksel V. Johannesen. – Hervør í barnsburðarfarloyvi.

27.08.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 27/08/2025

Hægri gjald fyri mista inntøku, samrøða við: Eirik í Jákupstovu. – Hervør í barnsburðarfarloyvi. – Veljarakann…

27.08.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 26/08/2025

Seðlarnir koma út kl. 18.30. – Rúsevnissmugling. – Rakstrarúrslit hjá Bakkafrost, samrøða við Regin Jacobsen. …

26.08.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 26/08/2025

Grind lagt beini í Havn. – Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost, samrøða við: Regin Jacobsen. – Lekar í H.bygningin…

26.08.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 25/08/2025

50 springarar lagt beini. – Útlendingastovan. – Arbeiðsloysið. – Galaxy semja. – Landsliðsúttøkan, samrøða við…

25.08.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 25/08/2025

Eftirlýst genta. – Galaxy semja. – Arbeiðsloysið. – Landsliðsúttøkan, samrøða við: Eyðun Klakstein.

25.08.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 22/08/2025

Borgarstjórin á Tvøroyri argur um Galaxy. – Russisk njósnaraskip skulu bannast. – Geopolitiska støðan í heimin…

22.08.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 22/08/2025

Anna Falkenber vil hava bann. – Keypmenn stolið hús okkara. – Føroya Sjómannadagur, samrøða við: Eyðstein Poul…

22.08.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 21/08/2025

Bústaðir í FO. – Dømdur í landsrættinum. – Heilsupolitikkur. – Thor skip í altjóða Skráseting. – Fimm søkja su…

21.08.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 21/08/2025

Heilsupolitikkur. – Thor skip í Altjóða Skráseting. – Fimm søkja sum Brekumboðsmaður. – Smuglarabáturt til søl…

21.08.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 20/08/2025

Spyr um prísir í bussunum. – Útnorðurráðið 41. ársfundin í Grønlandi. – Heilsustýrið flytur. – Vístur av landi…

20.08.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 20/08/2025

Útnorðurráðið 41. ársfundin í Grønlandi. – Vístur av landinum. – Opið skip umborð á Galaxy. – Norðurlandahúsið…

20.08.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 19/08/2025

Galaxy komin á Krambatanga. – Innflutningurin. – Útflutningurin. – Nýggj lesandi. – Orkutørvur, samrøða við: H…

19.08.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 19/08/2025

Orkutørvur, samrøða við: Hákun Djurhuus. – Útflutningurin. – Nýggj lesandi. – Harðskapsmál í Havn. – Dronur ti…

19.08.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 18/08/2025

Húskini í Føroyum. – Landssjúkrahúsið fær fjarhita. – Eldur í húsum í Hornabø. – Svartlistar ikki russisk skip…

18.08.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 18/08/2025

Svartlistar ikki russisk skip, samrøða við: Jakob Vestergaard. – Eldur í húsum í Hornabø. – Fiskamarknaðurin, …

18.08.2025