Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 12 týsdag – 22/07/2025

Húsareynstunnil og súkkling. – Løgregluvenjing. – Hótti við knívi í Havn. – Tvíkilja handað Bakkafrost. – HB-d…

22.07.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 21/07/2025

Oyggjaleikir Orkney, samrøða við: Andrass Nolsø. – Ferðslan veksur.

21.07.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 21/07/2025

Grindin í Tjørnuvík. – Nýttu høvi at kannað promilluna. – G!, samrøða við: Sigvør Laksá. – Ferðslan veksur….

21.07.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 18/07/2025

Oyggjaleikirnir, samrøða við: Elina Heðinsdóttir Joensen. – Óhapp í Eysturoyartunlinum. – Deyvafelagið mótmæli…

18.07.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 18/07/2025

Deyvafelagið mótmælir KVF. – Oyggjaleikirnir enda, samrøða við: Fríðrik Bláhamar. – Føroya Banki. – Dypping í …

18.07.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 17/07/2025

Línuskipini eru kannað , samrøða við: Hans Jóhannus á Brúgv. – Grundøki í Kvívík. – Oyggjaleikirnir, samrøða v…

17.07.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 17/07/2025

KÍ – SJK, samrøða við: Tummas Lervig. – Grundøki í Kvívík. – G! festivalurin, samrøða við: Høgna Lisberg. – Sv…

17.07.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 16/07/2025

Ringur ársfjórðingur hjá Bakkafrost, samrøða við: Regin Jacobsen. – Løggan. – Nýggjar íbúðir í Klaksvík. – 21 …

16.07.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 15/07/2025

Føroyingur í Oyggjaleikanevndini. – Oyggjaleikirnir, samrøða við Fríðrik bláhamar. – Sirið hitt Zelinsky. – Ól…

15.07.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 15/07/2025

Sirið hitt Zelinsky. – Ólóglig yvirháling. – Grøn orka. – Friðargonga í Havn. – Lincoln Red Imps – Víkingur, s…

15.07.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 14/07/2025

Fimleikurin gjørt eitt hál í dag. – Oyggjaleikirnir, samrøða við: Fríðrik Bláhamar. – Sprongdur hvalur við Áir…

14.07.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 14/07/2025

Melkart 2 á veg til Klaksvíkar. – Bilóhapp í Søldarfirði. – Nýggjur Á-handil reistur á Argjum. – Oyggjaleikir …

14.07.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 11/07/2025

Brekumboð. – Mentanardagar í Sunda kommunu. – Svartkjaftastovnurin. – Høganesvegurin á Toftum. – Norðurlendska…

11.07.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 11/07/2025

Svartkjaftastovnurin. – Húsarhaldsskúlar. – Ferðafólkaskip í Vági. – Tríggir útróðrarbátar. – Norðurlendskar v…

11.07.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 10/07/2025

Bjørn Kallsoy til Ukraina. – Skúlin á Glyvrum. – Maður doyði á Selatræ. – Lønartalvan má broytast. – FIFA styr…

10.07.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 10/07/2025

Maður doyði á Selatræ. – Skúlin á Glyvrum. – Lønartalvan má broytast. – Busssur og persónbilur stoyttu saman. …

10.07.2025