U19-dreingirnir vunnu á Onglandi 

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í stóru U19-flogbóltskappingini, sum er í høllini á Hálsi um vikuskifti, vunnu føroysku U19-dreingirnir fírggjakvøldið 3-1 á Onglandi í einum spennandi dysti. Settúrslitini vóru 25-11, 23-25, 25-22 og 25-23. 

Fyrr um dagin taptu dreingirnir greitt 3-0 fyri Svøríki. Settúrslitini vóru 16-25, 17-25 og 21-25. Í seinasta settinum fylgdu Føroyar við Svøríki upp til 21-22, áðrenn Svøríki vann tríggjar teir seinastu bóltarnar. 

Í dag leygardagin spæla okkara U19-dreingir móti Íslandi kl. 13.00 og móti Danmark kl. 19.00. 

Fylgið U19-kappingin hjá gentum her 
Fylgið U19-kappingini hjá dreingjum her 

Genturnar vunnu einki sett

U19-kvinnurur taptu báðar dystirnar í dag. Fyrst 0-3 fyri Noreg við settúrslitunum 14-25, 19-25 og 18-25, og seinnapartin 0-3 móti Danmark, har settúrslitini vóru 14-25, 18-25 og 18-25. 

Kvinnurnar spæla aftur í dag, leygardagin. Í skrivandi løtu er teir dystirnir ikki fastlagdir á kappingarsíðuni hjá Flogbóltssambandinum.