Tú lurtar eftir

Fótbóltsleikari og rúsdrekkasmuglari bjargaði 151 jødum undan mannatýning

26.06.2024

Kom frá fínari familju Algoth “Agi” Niska (f. 5. desember 1888 – d. 28. mai 1954) var ein fótbóltsleikari, rúsdrekkasmuglari og ævintýrari. Hann var føddur í Vyborg í Finnlandi, sum nú liggur í Russlandi. Algoth Niska var sonur svensk-talandi skipsføraran Ivar Alfred Niska, sum eisini var skúlastjóri á sjómansskúlanum í Vyborg, og tónleikarinnuna Hilda Niska (fødd Schlüter). Hann hoyrdi til gomlu Niska-familjuna úr Oulu. Ivar og Hilda fingu fimm børn, har Algoth var yngstur. Adolf Niska sang hábass undir sangleiki, Ester Niska sang sopran, Bror Niska var operettusangari og Aina Niska úrmælingur innan dans. Deyði faðirsins fekk stórar avleiðingar Faðirin doyði í 1903, tá Algoth var bert 14 ára gamalur. Sambært minningarorðum í blaðnum Wiipuri tann 19. august doyði Ivar Niska brádliga bert 56 ára gamalur av einum hjartatilburði. Tá pápin doyði, flutti familjan úr Vyborg til Helsinki í 1904, har Algoth Niska gekk í skúla á Nya svenska läroverketí. Samstundis fekk hann áhuga fyri fótbóltsspælinum, men ungdómstíðin var merkt av ruðuleika: Algoth var fangaður í at stjala og búði viðhvørt hjá skyldfólki í Raahe orsakað av keðiligum atburði. Fyrsta felagið var Viipurin IFK Fyrsta felagið hjá Algoth Niska kallaðist Viipurin IFK. Idrottsföreningen Kamraterna Viborg var eitt ítróttafelag frá Vyborg, sum nú hoyrir til Russands. Felagið varð stovnað í 1896 og var fyrsta IFK-felagið í Finnlandi. Vyborg IFK var við til at stovna IFK-samgonguna. Í 1908 gjørdist Vyborg IFK eisini limur í finska fótbóltssambandinum. Felagið fór í upploysn eftir, at Stalin og Sovjetsamveldið løgu hald á býin 19. september 1944. Niska spældi við Viipurin IFK í 1904. Skifti til Ítróttafelagið Unitas Algoth Niska skifti síðani til nýstovnaða Urheiluseura Unitas í Helsinki, har hann var við til at vinna fyrsta finska meistaraheitið í 1908. Sportklubben Unitas varð stovnað summarið 1905 og fótbóltsspælið varð íðkað frá byrjan av. Í august 1906 sendi Unitas eitt lið til eina ítróttakapping í St. Pætursborg, har teir eisini spældu ein fótbóltsdyst ímóti einum áhugafelag í St. Pætursborg og taptu 0-15. Tað var fyrsti finski fótbóltsdysturin, hóast arbeiðarar, sjómenn og skúlanæmingar høvdu spælt fótbólt síðani einaferð í 1870-árunum. Unitas bjóðaði áhugafelagnum, sum var mannað við bretum, ið búleikaðust í St. Pætursborg, til ein seinna dyst í september, tá fyrsti rættiligi fótbóltsdysturin varð spældur í kappingini, sum fór fram á Kaisaniemi Park. Dysturin varð spældur á sandvølli tann 9. september og endaði við einum 3-0 sigri til liðið frá St. Pætursborg. Danin Johannes Blenner var liðskipari hjá Unitas. Í oktober sama ár skipaði Unitas fyri kapping um meistaraheitið í Kaisaniemi, sum verður roknað sum byrjanin til kappingina um finska meistaraheitið. Unitas helt áfram at spæla altjóða dystir várið eftir, tá teir fingu vitjan av St. Pætursborg-feløgunum Newsky og Neva umframt svenska Östermalms IF úr Stockholm. Í mai 1907 var Unitas eisini við til at seta finska fótbóltssambandið á stovn saman við seks øðrum feløgum. Finska meistaraheitið varð fyrstu ferð avgreitt í 1908, tá Unitas vann 4-1 í finaluni á Polyteknikkojen Urheiluseura. Meistaraliðið var mannað við Algot Niska, Oscar Jansson, George Easton, Gösta Löfgren og Ernst Schybergson. Millum týðandi fótbóltspersónarnar í finskum fótbólti var danskt-føddi handilsmaðurin Johannes Blenner og hann var eisini dómari í finaluni. Unitas meldaði seg til kappingina um finska meistaraheitið í 1909 og 1910, men avlýsti báðu ferðir. í 1909 tók Unitas seg úr, tá SPL burturvísti leikarum úr felagnum. Unitas luttók ongantíð aftur í landskappingini. Felagið varð upployst í 1945. Skifti víðari til HIFK í 1910 Idrottsföreningen Kamraterna, Helsingfors varð stovnað tann 15. oktober 1897 av Georges Doubitsky, ein 15 ára gamal næmingur sum las á Svenska Reallyceum i Helsinki. Fótbóltsdeildin varð sett á stovn í 1907, sama ár sum finska fótbóltssambandið og kappingarneytarnir frá Helsingin Jalkapalloklubi vórðu stovnað. HIFK spældi fyrsta fótbóltsdystin í Kaisaniemi tann 17. mai 1908 og vann 2-1 á Unitas. Tíðliga í tíðini endaði HIFK á 2. plássi í kappingini um finska meistaraheitið (sum tá varð skipað sum ein steypakapping) í 1909, 1912, 1928 og 1929. Harumframt var tað finska landsliðið, sum luttók í OL 1912 í Stockholm og endaði á 4. plássinum, í stóran mun mannað við leikarum frá HIFK og HJH. HIFK vann fyrsta finska meistaraheitið í 1930. Sama áratíggju vann HIFK meistaraheitið tríggjar ferðir afturat, í 1931, 1933 og 1937. Umframt hesa fýra meistaraheitini hevur HIFK vunnið meistaraheitið í 1947, 1959 og 1961. Samanlagt hevur HIFK vunnið 7 finsk meistaraheiti. HIFK var millum fremstu finsku feløgini, tá felagið flutti niður í 1972, hóast 2. pláss árið fyri og tað gingu 42 ár, áðrenn HIFK aftur spældi við í fremstu røð. Síðani hevur HIFK spælt í fremstu røð árini 2015-17 og 2019-22. Í 2024 fór felagið á húsagang og noyddist niður í 5. bestu deildina. Spældi undir OL 1912 Algoth Niska spældi í fyrsta finska A-landsdystinum tann 22. oktober 1911, tá Finnland tapti 2-5 fyri Svøríki, hóast Finnland førdi 2-0 eftir fimm minuttir. Árið eftir var Algoth Niska við í besta altjóða úrslitinum hjá Finnlandi higartil, har liðið endaði á 4. plássi. Finska OL-liðið í 1912 var mannað við leikarum frá trimum feløgum: Finskmælta Helsingin Jalkapalloklubi, svenskmælta Kronohagens Idrottsförening og Helsingfors IFK. Fimm leikarar frá Helsingfors IFK. Algoth Niska var vinstri vongur á finska liðnum, sum vann 3-2 á Italia í longdu leiktíðini. Tað finnast tríggjar útgávur av málskjúttunum í dystinum og sambært einari útgávu skoraði Niska annað málið hjá Finnlandi. Leikararnir høvdu hvørki nummur ella navn á blusunum, sum teir høvdu lænt frá HIFK, so tað er ikki heilt greitt, hvør hevur rætta svarið. Finska fótbóltssambandið brúkar ikki tey upprunaligu OL-hagtølini. Í fjórðingsfinaluni vann Finnland 2-1 á Russlandi, men tapti 0-4 fyri Onglandi í hálvfinaluni. Í dystinum um bronsukrónurnar endaði heilt galið, tí Finnland tapti tapti nú heili 0-9 fyri Hollandi. Tað var samstundis seinasti landsdysturin hjá 23-ára gamla Agoth Niska. Algoth Niska leypir á italska málið undir OL 1912 í Stockholm. Havið dró Algoth Niska fór fyrstu ferð til sjós í 1908. Tá fyrri heimsbardagi brast á, fór hann á sjómansskúla. Stýrimansprógv tók Niska í 1915, men tá hevði hann longu verið víða um. Longu á ungum árum hevði hann siglt við fleiri skipum og hevði ferðast víða, enntá heilt til Cuba. Meistari við FC Kiffen 08 í 1916 Í 1916 skifti Algoth Niska til Kiffen 08, sum hevði vunnið meistaraheitið í 1913 og 1915. Við Algoth Niska á liðnum gjørdist FC Kiffen 08 meistari í 1916. Ragnar Wickström og Lars Schybergson umboðaði eisini Kiffen undir OL 1912. Brøðurnir hjá Lars, Ernst og Richard Schybergson, spældu eisini á landsliðnum. Ernst í allarfyrsta landsdystinum saman við Niska. Í fótbólti verður FC Kiffen 08 talt millum fýra tey størstu í Helsinki saman við HJH HIFK og HPS. Kronohagens Idrottsförbund varð stovnað 27. september 1908 í kjallaranum hjá familjuni Schybergson. Teir, ið stovnaðu felagið vóru 8 dreingir millum 13 og 17 ár. Felagið gjørdist kent undir heitinum Kiffen, sum spældi fyrsta dystin 17. oktober 1909, har liðið vann 3-2 á IF Sport. Árið eftir tapti liðið fyrsta almenna dystin 2-3 fyri Unitas. Undir finska borgarakrígnum í 1918 vórðu heili 14 av limunum hjá Kiffen dripnir, harímillum Richard Schybergson, sum var við til at stovna felagið og fyrsta tíðarskeiðið við góðum úrslitum endaði eisini tá. Felagið fekk aftur eina uppreisn í 1955, men tíggju ár seinni flutti felagið niður í 3. bestu deildina, og hevur bert verið aftur í fremstu røð í 1977 og 1978. Rúsdrekkabann í Finnlandi Finnland gjørdist sjálvstøðugt land í 1917. Í 1919 varð rúsdrekkabann sett í verk í Finnlandi, sum vardi fram til 1932. Júst sum í USA og Norra varð lógin brotin í heilum. Í staðin fyri at tálma nýtsluni av rúsdrekka varð rúsdrekka heldur smuglað inn í landið og selt á svarta marknaðinum. Tá finska rúsdrekkabannið varð sett í gildi í 1919, útvegaði Algoth Niska stórar nøgdir av ólógligum rúsdrekka frá handilsmanninum Pletschikoff. Tá ið goymslan tømdist, keypti hann ein bát og smuglaði sterkar drykkjuvørur úr Estlandi og týskum skipum, sum lógu uttan fyri finska markið. Seinni smuglaði hann drykkjuvørur úr Svøríki, har tað var loyvt, men undir strongum eftirliti. Niska noyddist at kýta seg fyri at sigla undan løgreglubátum og viðhvørt eisini kúlunum frá maskinbyrsum, tá ið hann sigldi millum Turku, Helsinki, Tallinn, Stockholm og í oyggjahavinum rundan um Áland. Sjálvur skeyt hann ongantíð aftur. Tað sigst, at hann einaferð lossaði lastina upp á land mitt í Helsinki, meðan fólk vórðu villleidd, tá Gustav 5. vitjaði í Svøríki. Brátt var Niska eftirlýstur bæði í Svøríki og Finnlandi. Viðhvørt varð Algoth Niska tikin og sat stutt tíðarskeið í varðhaldi í báðum londum, men helt áfram við at smugla og varð eftirlýstur í bæði Svøríki og Finnlandi. Í varðhaldinum uppførdi hann seg altíð fyrimyndarligt og varð ofta leyslatin tíðliga orsakað av góðum atburði. Í 1932 varð Algoth Niska útvístur úr Svøríki. Hann búði síðani í Riga, Tallinn og Danzig. Algoth Niska tosaði svenskt, týskt, enskt og finskt. Bjargaði 151 jødum undan mannatýning Undan seinna heimsbardaga var Algoth Niska í fíggjarliga trongum skóm. Bjargingin gjørdist jødiski handilsmaðurin Albert Amtman, sum var flýddur undan jagstranini av nazistunum. Í 1938 byrjaði Algoth Niska at smugla jødar út úr týskt hersettum økjum. Hann byrjaði tá at útvega følsk finsk pass. Ólógliga virksemið varð bert uppdagað í 1939, tá jødiski flóttamaðurin, F. J. Joffs, ímóti boðum frá Algoth Niska, hevði tikið persónligar ognarlutir við sær og varð steðgaður í eftirlitinum. Algoth flýggjaði til Estlands, men varnaðist skjótt, at Sovjetsamveldið hevði hersett landið og hann róði aftur til Finnlands í árabáti. Finsk tjóðarhetja Bæði bøkur, filmar og sangleikir eru skrivað um henda merkismann umframt, at handilsketa ber hansara navn. Algoth Niska doyði 28. mai 1954 orsakað av heilasvulli; bert 65-ára gamalur. Hann liggur grivin í Hietaniemi kirkjugarðinum í Helsinki. Algoth Niska og Magda Aufrichtig giftust tann 11. september 1917 í Helsinki. Árið eftir fingu tey eina dóttir, eisini nevnd Magda. Tey fóru frá hvør øðrum í 1924 og Algoth giftist á øðrum sinni við Celia Andersson tann 21. Juli 1927. Saman fingu tey sonin Jack í 1928, men tey skiltust eisini. Vælkendi finski tónleikarin, Ilkka “Danny” Lipsanen, er abbasonur hansara.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur

Allar sendingar í røðini
Helt landsliðssteðg á 38 ár og 17 dagar

Mario Zagallo stjórnaði Brazil 6. juli 1974, har Brazil tapti 0-1 fyri Póllandi og helt síðani ein landsliðsst…

11.09.2024
Ein keisari føddur var

Franz Beckenbauer, sum eisini varð róptur "Der Kaiser" byrjaði at spæla fótbólt sum 8-ára gamalur og skrivaði …

11.09.2024
FA Cup steypið stolið

Viðhaldsfólkini vóru nóg illa komin inn á Crystal Palace leikvøllin í London, tá Bob Chatt skoraði skjótasta m…

11.09.2024
Í dag sigur FM1 beinleiðis Lettland-Føroyar og Føroyar-Grikkaland (U21)

Bólturin rullar á FM1 í dag frá klokkan 16.30. Fyrstu løtuna hita vit upp til Nations League dystin Lettland-F…

09.09.2024
Risin róð seinasta teinin

Ron Yeats, fyrrverandi liðskipari og miðverji hjá Liverpool Football Club Ron Yeats (f. 15. november 1937 – d….

07.09.2024
Liðskiparin fegnast um fimta málið fyri føroyska landsliðið

Í sínum 79. landsdysti skoraði Viljormur í Heiðunum Davidsen fimta málið hjá sær fyri landsliðið upp á brotssp…

07.09.2024
Føroyskt mótstøðulið: Norðurmakedonia

Norðurmakedonia lýsti seg frælst ríki í 1991, hóast Serbia noktaði at viðurkenna grannan sum sjálvstøðugt land…

07.09.2024
Føroyar-Norðurmakedonia – frá leygardegnum klokkan 12 á FM1 (Dysturin byrjar klokkan 14)

Í samband við Nations League dystin Føroyar-Norðurmakedonia sendir FM1 frá leygardegnum klokkan 12. Klokkan 12…

06.09.2024
Beinleiðis frásøgn á FM1 leygardagin klokkan 17: Víkingur-NSÍ

Leygardagin klokkan 17 siga frásøgumaðurin, Rúni á Reynatrøð og viðmerkjarin, Gert Hansen beinleiðis frá dysti…

30.08.2024
Klæmint: Fjórða plássið er ikki í pottinum enn – Viljormur: Okkara mistøk kostaðu dýrt

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum fimm málunum, ið vó…

27.08.2024
Loyndarmálið aftan fyri langt og lukkuligt lív

John Tinniswood var føddur í Liverpool tann 26. august 1912 og í apríl mánaða gjørdist hann heimsins elsti núl…

27.08.2024
Beinleiðis frásagnir á FM1 týsdagin= Klokkan 17.30: B36-Víkingur og klokkan 18.30: NSÍ-HB

Týsdagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 17.30 sigur Rúni á Reynat…

26.08.2024
Tíðindafundur: U21 og A-Landsliði

Beinleiðis tíðindafundinum var í FSF-húsinum, har A-landsliðsvenjarin, Håkan Ericson og U21-landsliðsvenjarin,…

26.08.2024
Landsliðið úttikið til tveir dystir

Håkan Ericson, lanbdsliðsvenjari hevur úttikið fótbóltslandsliðið til tveir dystir í Nations League. Teitur M….

26.08.2024
Beinleiðis á FM1 mánamorgunin klokkan 10: Landsliðsúttøkan í FSF-húsinum

Mánamorgunin klokkan 10 sendir FM1 beinleiðis frá tíðindafundinum í FSF-húsinum, har A-landsliðsvenjarin, Håka…

25.08.2024
Skoraði mál nr. 200 í Betrideildini

Undan dystinum í dag ímóti EB/Streymi stóð Páll Andrasson Klettskarð skrásettur fyri 199 mál í Betrideildini, …

25.08.2024