Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Irreterandi hjá B68 at tapa grannauppgerðina og ikki taka av málmøguleikunum

Aftaná 0-1 tapið fyri NSÍ í grannauppgerðini við Løkin fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Hanus Højgaard hjá B68,…

20.06.2026
Sigursmálskjúttin hjá NSÍ: – Eg skuldi bara prika bóltin innum málstrikuna

Aftaná 1-0 heimasigurin hjá NSÍ í grannauppgerðini móti B68 við Løkin fekk Brynjar J. Poulsen orðið á sigursmá…

20.06.2026
Sigfríður: – Tá liðini uttan miljónirnar hittast verður ofta talan um javnan dyst

Aftaná 1-1 javnleikin móti Skála ÍF við Margáir fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, …

20.06.2026
Simon Jørgensen fegnast um at vera toppskjútti og at bjarga Skála ÍF eitt stig

Aftaná 1-1 javnleikin, ið Simon Jørgensen bjargaði Skála ÍF við einum dreymahøggi móti dystarenda móti EB/Stre…

20.06.2026
Sølvi Vatnhamar: – Ein góður og undirhaldandi dystur sum vit burdu vunnið

Hoyr samrøðuna Per D. Jacobsen gjørdi við veteranin hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná 2-2 (2-2) javnleikin m…

19.06.2026
Jóannes K. Danielsen: – Javnleikur við 10 monnum móti 11 er OK

Hoyr samrøðuna Per D. Jacobsen gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen hjá KÍ aftaná 2-2 (2-2) javnleikin móti Víki…

19.06.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Fyrri hálvleikur í dystinum millum Víking og KÍ var sjáldsama góður

Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Erland Tvørfoss siga frá málunum, ið vóru skotin í dystin…

19.06.2026
HB-formaðurin: Ósemja við venjaran um hjálp uttanífrá

– Vit ynsktu at halda fram við tí, men tað gjørdi André Olsen ikki, og vit høvdu ikki nakað annað val enn at e…

19.06.2026
Fróði Benjaminsen: KÍ er eitt felag sum veruliga vil nakað

Og sum hevur hækkað yvirleggjaran fyri føroyskan fótbólt, staðfestir fyrrverandi stórspælarin, sum við ársbyrj…

16.06.2026
André Olsen: – Individuel mistøk gjørdust dýr fyri HB

Aftaná 1-3 (0-1) tapið hjá HB fyri AB inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen stutt orðið á høvuðsvenjaran hjá HB,…

14.06.2026
Hoyr hvussu AB vann 3-1 á HB – og hoyr liðskiparan hjá AB seta orð á sigurin

Hoyr Brynjar J. Poulsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum AB-HB 3-1 (1-0), og hoyr samrøðuna Brynjar…

14.06.2026
Hanus Højgaard: – B68´arnir vóru ikki nóg fokuseraðir tá EB/Streymur skoraði

Aftaná 0-2 tapið hjá B68 fyri EB/Streymi við Margáir prátaði Trygvi Absalonsen við Hanus Højgaard hjá B68, ið …

14.06.2026
Liggur væl fyri hjá Marius Nielsen at skjóta mál móti B68

Danski áleyparin hjá EB/Streymi, Marius Nielsen hevur higartil skotið tvey mál fyri EB/Streym. Í báðum førunum…

14.06.2026
Petur Knudsen: – Vit koyra sigurin trygt heim

Aftaná 3-0 heimasigurin hjá NSÍ við Løkin í Runavík fekk Trygvi Absalonsen orðið á Petur Knudsen, ið heldur fy…

13.06.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Sigurin hjá NSÍ var ongantíð í vanda

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Áka Johansen siga frá teimum trimum málunum NSÍ skoraði…

13.06.2026
Jákup Martin: – NSÍ vann uppiborið – men tvey tøtt gul kort fyri kjaftaslit er eitt ov nógv

Aftaná 0-3 tapið hjá B36 fyri NSÍ við Løkin fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Marti…

13.06.2026