Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Viðmerkjarin hjá FM1: – Uppiborin sigur til Víking – 07 Vestur avrikaði væl í fyrra hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jóhannis Joensen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru…

13.06.2026
Í seinna hálvleiki vísti Víkingur hvat teir duga

Víkingur var aftanfyri 0-1 móti 07 Vestur í steðginum í dystinum á Dungasandi, men í seinna hálvleiki vendu te…

13.06.2026
Aron: – Fýra mál og fýra assist er ok – men tað kann gerast enn betur

Aftaná 3-2 sigurin hjá Víkingi á 07 Vestur á Dungasandi fekk Brynjar orðið á fyrsta málskjúttan hjá Víkingi, u…

13.06.2026
Tór-Ingar Akselsen: – Kenslan er ordiliga súr aftaná 2-3 tapið fyri Víkingi

Aftaná 2-3 tapið fyri Víkingi á Dungasandi í Sørvági prátaði reportarin hjá FM1, Brynjar J. Poulsen við nýggja…

13.06.2026
Pætur fegnast um at føroysku kvinnurnar hildu høvdið kalt í nógva hitanum

Føroyska kvinnulandsliðið vendi einum hótttandi 1-2 tapi til ein 3-2 sigur í einum ótrúligum endaspurti í útid…

05.06.2026
Eyðun er væl nøgdur við hópin hann hevur við sær til Baltic Cup

Í morgin klokkan 16 spælir føroyska manslandsliðið hálvfinalu í Baltic Cup í Pärnu móti vertslandinum, Estland…

05.06.2026
Pætur er vónríkur undan dystinum móti Georgia

Klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið týðandi HM-undankappingardyst á útivølli móti Georgia. Við sigr…

05.06.2026
Mongu jøvnu dystirnir prógva at nú er tíðin komin til 12 lið í bestu fótbóltsdeildini

Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi helt fyri í samrøðu við Brynjar J. Poulsen aftaná tepra …

30.05.2026
Árni: – Vit vinna, vit eru nummar eitt, og tað er norðoyastevna

Hoyr samrøðuna Brynjar J. Poulsen gjørdi við 400 dystar jubilarin, Árna Frederiksberg, ið hátíðarhelt dagin vi…

30.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Nú er KÍ í støðuni teir vilja vera í

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jan Andreasen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru …

30.05.2026
Jóhan Petur Poulsen: – Frægari enn seinast móti HB í Gundadali

Aftaná 0-0 javnleikin millum HB og Víking í Gundadali prátaði Rúni við Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjara hjá …

30.05.2026
Ari Mohr Jónsson: – Vit spæla ein fínan dyst men burdu fingið meira burturúr

Aftaná 0-0 javnleikin millum HB og Víking í Gundadali prátaði Rúni við Ara Mohr Jónsson hjá heimaliðnum, ið he…

30.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1 saknar meira framrættað spæl hjá HB og Víkingi

Aftaná 0-0 javnleikin millum HB og Víking í Gundadali bað frásøgumaðurin, Rúni á Reynatrøð viðmerkjaran, Gert …

30.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Skála ÍF vinnur ein fult uppibornan sigur

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá teimum trimum málunum, ið vóru …

29.05.2026
Schjønberg: – Seinna brotsparkið hjá Skála ÍF var: “Vanvittigt”

Aftaná 2-1 (0-0) sigurin hjá Skála ÍF á 07 Vestur undir Mýruhjalla fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjar…

29.05.2026
Simon Jørgensen: – Tað kom ikki upp á tal at brenna tvey brotsspørk

Aftaná 2-1 (0-0) sigurin hjá Skála ÍF á 07 Vestur undir Mýruhjalla fekk Trygvi Absalonsen orðið á Simon Jørgen…

29.05.2026