Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Hanus Højgaard: – Vit í B68 eru argir um hetta tapið

Aftaná 0-1 (0-1) tapið hjá B68 fyri HB á Svangaskarði fekk Brynjar J. Poulsen orðið á liðskiparan hjá B68, Han…

26.05.2026
Sigursmálskjúttin hjá HB: – Ein forloysandi kensla

Aftaná dystin B68-HB 0-1 (0-1) tosaði Brynjar J. Poulsen við sigursmálskjúttan hjá HB, Dan í Soylu, ið staðfes…

26.05.2026
Jákup A. Olsen: – B68 megnaði alt ov lítið í seinna hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá sigursmálinum Dan í Soylu skor…

26.05.2026
Jann Benjaminsen: – NSÍ vann ein uppibornan sigur í torførum útidysti

Í samrøðu við Trygva Absalonsen viðgekk Jann Benjaminsen hjá NSÍ, at tað var torført at knógva ein 1-0 útisigu…

25.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – AB kann halda høvdið høgt – KÍ avrikar ikki nóg væl enn

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Niclas Niclasen siga frá málunum í dystinum KÍ-AB 2-1 (…

25.05.2026
Øssur: – AB gjørdi ein góðan figur í Klaksvík

Aftaná 1-2 tapið hjá AB fyri KÍ á vøllinum við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB,…

25.05.2026
Gilli: – KÍ eigur at dominera meir á heimavølli

Aftaná 2-1 heimasigurin hjá KÍ á AB við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen orðið á Gilla R. Sørensen hjá KÍ, ið …

25.05.2026
Dómarin á Svangaskarði: – Tað var ikki ráðiligt at byrja dystin millum B68 og HB

Í samrøðu við Trygva Absalonsen staðfesti Leivur Zachariassen, at tað var ikki ráðiligt at byrja dystin millum…

25.05.2026
Jovevic og André: – Dómarin tók einsamallur avgerðina um at avlýsa B68-HB á Svangaskarði

Hoyr samrøðurnar Brynjar J. Poulsen gjørdi við høvuðsvenjararnar, Aleksandar Jovevic hjá B68 og André Olsen um…

25.05.2026
Sanna Svarvadal: Vit hava havt eina góða gongd – og trúgvi hon bara verður betri

Føroysku fótbóltskvinnurnar skulu aftur royna at basa Georgia 5. juni. – Tað vera aðrar umstøður har, men hald…

21.05.2026
Eyðun Klakstein: Støðan hjá føroyskum fótbólti er ikki so galin

Her eru nógvir góðir spælarar at velja ímillum, og vit royna allatíð at flyta okkum, sigur landsliðsvenjarin, …

21.05.2026
Landsliðsúttøka: Baltic Cup, seinasti undandystur, nýggjur sáttmáli og góðar vónir

Vit sendu beinleiðis frá landsliðsúttøkunum á Tórsvølli, og Pætur Nolsøe tosaði við Pætur Smith Clementsen, Sa…

21.05.2026
Geza eftir harða kappingarárið: Mistøk kostaðu túrin til Wembley men skulu byggja uppá til næsta ár

Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur spælt móti fleiri Premier League-liðum seinasta árið, og flutt seg væl. Pe…

19.05.2026
Aron Benjaminsen stórtrívist í Víkingi

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við Aron Benjaminsen, ið skoraði til 1-0 til Víking í 3-2 (1-2) sigrinu…

18.05.2026
Jón Steingrímsson um fyrsta málið í Meistaradeildini: – Eg valdi at bumba til

Aftaná 2-3 (2-1) tapið hjá AB fyri Víkingi inni í Vika fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Jón Steingrímsson, ið sko…

18.05.2026
Torkil Skála fegnast um debutina sum málverji hjá AB í Meistaradeildini

Aftaná 2-3 (2-1) tapið hjá AB fyri Víkingi inni í Vika fekk Rúni á Reynatrøð orðið á unga málverjan hjá AB, To…

18.05.2026