Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Viðmerkjarin hjá FM1: – Víkingarnir vóru betri skipaðir og effektivari enn B36

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Ronnie Thomassen siga frá báðum málunum Víkingur skora…

04.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1 heldur talan vera um eitt betri avrik hjá NSÍ enn hjá KÍ

Aftaná 0-0 javnleikin í oddauppgerðini millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík tók viðmerkjarin hjá FM1, Trygvi M…

03.07.2026
NSÍ er fremst aftaná oddauppgerðina og tí hevur Michal Przybylski eina góða kenslu

Í NSÍ eru teir nøgdari við 0-0 javnleikin í oddauppgerðini við Løkin millum NSÍ og KÍ. Trý stig fremst á stiga…

03.07.2026
Páll A. Klettskarð: – Seinasti neyvleikin manglaði í kvøld

Hoyr samrøðuna okkara reportari, Brynjar J. Poulsen gjørdi við Páll A. Klettskarð hjá KÍ aftaná 0-0 javnleikin…

03.07.2026
Samuel Chukwudi: Vildi mett hetta er á stigi við skandinavisku deildarinar

Og væl hægri enn í Føroyum og í Finnlandi, so eg má "steppa upp", staðfestir 23-ára gamli landsliðsmiðverjin, …

30.06.2026
Sølvi Vatnhamar: Vit spæla áskoðaravinarligan fótbólt fyri tíðina

Og í stóran mun ein skilagóðan dyst í dag, men vit geva nakrar støður burtur, sum vit iðra okkum um, staðfesti…

29.06.2026
Petur Knudsen: Eitt positivt stig eftir umstøðum – men ikki nøktandi avrik frá okkum

NSÍ-liðformaðurin heldur hóast alt , at tað sigur nakað um styrkina í liðnum, at tað eydnast at venda 1-3 til …

29.06.2026
Jákup Johansen: Vísa nógv meira orku og størri yvirskot enn HB

Tað var týðandi at fara eftir triðja og fjórða málinum í 2. hálvleiki, og tað eydnaðist eisini, staðfestir ann…

25.06.2026
Petur Knudsen: Vit vísa styrki móti einum góðum KÍ-liði

NSÍ-liðformaðurin skoraði hattrikk í kvøld og heldur, at heimaliðið hevði tamarhald á størsta partin av teimum…

24.06.2026
Hoyr alla brotssparkskappingina úr Runavík

KÍ vann 3-2, tá slagið um steypafinaluna skuldi standa úr ellivu metrum. Hoyr livandi frásøgnina frá Trygva Ab…

24.06.2026
Jóannes Kalsø Danielsen: Fullkomiliga vilt

Vit koma illa út til 2. hálvleik og ikki tað vit ætlaðu í kvøld. Men man droymir kortini um at spæla slíkar dy…

24.06.2026
“Triði Hálvleikur” við Ronnie Thomassen og Daniel Obbekjær

Ronnie Thomassen og Daniel Obbekjær vóru gestir hjá Trygva Absalonsen í sendingini "Triði Hálvleikur". Vit fræ…

21.06.2026
Jákup Martin Joensen: – Als ikki eitt nøktandi avrik hjá B36

Aftaná enn eitt tap fyri HB, hesaferð 0-3 staðfesti høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, at hetta var…

21.06.2026
Lukasz Cieslewicz: – HB hevði fyrireikað seg mentalt væl til dystin

Aftaná greiða 3-0 sigurin hjá HB á B36 fekk Trygvi Absalonsen orðið á fyribils høvuðsvenjaran hjá HB, Lukasz C…

21.06.2026
Agnar Prestá: – HB hevði eina greiða dystarætlan og vann uppiborið

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum HB skoraði í 3-0 sigrinum…

21.06.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – NSÍ var betra liðið í seinna hálvleiki – B68 tók ikki av møguleikunum í fyrra hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá sigursmálinum NSÍ skoraði í 1-…

20.06.2026