Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Stefan Radosavljevic: – HB hevði gott tamarhald á verjupartinum

Aftaná 2-0 (1-0) sigurin hjá HB á KÍ norðuri í Klaksvík fekk Trygvi Absalonsen orðið á seinna málskjúttan hjá …

10.08.2026
Páll A. Klettskarð: – KÍ gagnnýtti ikki teir stóru málmøguleikarnar

Aftaná 0-2 (0-1) tapið fyri HB á heimavølli við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen orðið á áleyparan hjá KÍ, Pál…

10.08.2026
Heri Hjalt Mohr: – Hópurin hjá HB er mentalt ótrúliga væl fyri

Aftaná 2-0 (1-0) sigurin hjá HB á KÍ norðuri í Klaksvík fekk Trygvi Absalonsen orðið á Hera Hjalt Mohr hjá HB….

10.08.2026
Agnar Prestá: – HB var tað klókara liðið

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinu…

10.08.2026
Aleksandur Ó. Jensen: – Sera bílig mál B68 fær ímóti sær í Sarpugerði

Aftaná 1-2 (1-2) útitapið hjá B68 fyri Víkingi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á liðskiparan hjá B68, Aleksandur…

09.08.2026
Sølvi Vatnhamar: – Ein sera týðandi sigur fyri Víking

Aftaná 2-1 (2-1) heimasigurin hjá Víkingi á B68 fekk Brynjar J. Poulsen orðið á veteranin hjá Víkingi, Sølva V…

09.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Víkingur vísti til tíðir frálíkt spæl

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinu…

09.08.2026
Sigfríður S. Clementsen: – Vit spæla undir støðið í kvøld

Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen í samrøðu við Trygva Absalonsen seta orð á 2-3 (2-2)…

07.08.2026
Tór-Ingar: – Leikararnir hjá 07 Vestur vísa ein stóran stríðsvilja

Aftaná 3-2 (2-2) heimasigurin hjá 07 Vestur á EB/Streymi fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá 07 …

07.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Dysturin millum 07 Vestur og EB/Streym hevði alt

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá teimum fimm málunum, ið vóru sk…

07.08.2026
Jóannes Kalsø Danielsen: – Lech Poznan fær tað torført á Tórsvølli

Seinnapartin fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jóannes Kalsø Danielsen hjá KÍ um tepra 0-1 útitapið fyri Lech Poz…

07.08.2026
Obbekjær trýr upp á samlaðan sigur til NSÍ á FC Lugano

NSÍ er aftanfyri 0-2 aftaná fyrru uppgerðina móti sveisiska liðnum, FC Lugano í triðja undanumfarinum í Confer…

07.08.2026
Petur Knudsen: – Vit mugu læra okkum at spæla fleiri dystir innanfyri stutta tíð

Aftaná 1-3 (0-0) útitapið hjá NSÍ fyri HB á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á Petur Knudsen, ið staðfes…

03.08.2026
Ari Mohr Jónsson fegnast um fjórða sigurin á rað hjá HB

Aftaná 3-1 (0-0) heimasigurin hjá HB á NSÍ kundi fyrsti málskjúttin hjá HB, Ari Mohr Jónsson fegnast um ein gó…

03.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Seinastu løtuna var bara eitt lið á vøllinum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skot…

03.08.2026
Tór-Ingar Akselsen: – 07 Vestur er ikki til staðar í seinna hálvleiki

Aftaná 1-2 (1-0) útitapi hjá 07 Vestur fyri B68 fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran, Tór-Ingar Aksel…

02.08.2026