Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Hanus Højgaard: – Innskiftu leikararnir gjørdu stóran mun hjá B68

Aftaná 2-1 (0-1) heimasigurin hjá B68 á 07 Vestur fekk Trygvi Absalonsen orðið á ein fegnan liðskipara hjá B68…

02.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – 25 teir seinastu minuttirnir bjargaðu B68

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá málunum í dystinum B68-07 Vestu…

02.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Eitt ótrúliga professionelt avrik hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jan Andreasen siga frá báðum málunum KÍ skoraði í 2-0 (1…

02.08.2026
Jákup Pauli Frederiksberg trýr Skála ÍF kann yvirliva uttan Simon Jørgensen

Aftaná 2-3 (0-2) tapið hjá Skála ÍF fyri AB á Argjum fekk Pætur Nolsøe orðið á fyrra málskjúttan hjá Skála ÍF,…

02.08.2026
Øssur Hansen: – AB spælir ein framúr góðan fyrra hálveik – men ein vánaligan seinna hálvleik

Aftaná 3-2 (2-0) heimasigurin hjá AB á Skála ÍF fekk Pætur Nolsøe orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen….

02.08.2026
Silas Eyðsteinsson: – Eg skal væntandi hava nakrar pentur

11 minuttir vóru lagdir aftrat dystinum KÍ-B36 2-0 (1-0). Í seinna hálvleiki hevði B36-málverjin, Silas Eyðste…

02.08.2026
Árni Frederiksberg: – Vit hava ótrúliga gott tamarhald á dystinum

Aftaná 2-0 (1-0) heimasigurin hjá KÍ fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Árna Frederiksberg, ið var fegin um at kunn…

02.08.2026
Øssur Hansen: – Vit skaptu ikki nóg nógvar stórar málmøguleikar

Aftaná 0-1 tapið fyri B36 á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssu…

28.07.2026
Jákup á Borg: – Menn vístu teir vildu tað og tað var ótrúliga gott

Aftaná 1-0 sigurin hjá B36 í fyrsta dystinum hjá Jákupi á Borg, sum høvuðsvenjara á hesum sinni fekk Trygvi Ab…

28.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – 11 móti 11 kann NSÍ avrika væl í Slovenia

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá báðum málunum NSÍ fekk ímóti s…

23.07.2026
Petur Knudsen: – Føroysku dómararnir eru nógv betri enn teir vit hava havt í Evropa

Aftaná 0-2 (0-0) tapið hjá NSÍ í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League móti Koper fekk Rún…

23.07.2026
Viljormur Davidsen: – Tað virkaði sum alt fór teirra veg

Aftaná 0-2 (0-0) tapið hjá NSÍ í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League móti Koper fekk Rún…

23.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – møguleikarnir hjá KÍ at vinna seg víðari eru 60-40

Viðmerkjarin hjá FM1 til dystarfrásøgnina KÍ-Kauno Zalgiris 0-0, Jóan Pauli Jacobsen er bjartskygdur um returd…

21.07.2026
Jóannes K. Danielsen er leikliga nøgdur – men ikki nøgdur við úrslitið

Aftaná javnleik 0-0 í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League móti litaviska liðnum, Kauno Za…

21.07.2026
Eyðun Klakstein: – Vit trúgva uppá konseptið og at røkka einum endaspæli

Tað krevur ógvuliga nógv av øllum, men vit hava avrikað væl saman seinastu tíðina, sigur A-landsliðsvenjarin. …

17.07.2026
Skelkandi uppliving á Malta: Tordu ikki at fegnast um søguliga sigurin

Vit vóru ongantíð í vanda, men tey flestu á stadion vóru púra svøk, staðfestir Karstin Joensen. NSÍ-formaðurin…

17.07.2026