Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Eyðun: – Samuel er eitt upplagt val fyri Odmar

Tann langi flogtúrurin til Gibraltar ger, at landsliðið ikki hava havt so nógva fyrireikingartíð til dystin ím…

07.09.2025
Andrias var ein brandur í verjuni og Jóan Símun javnaði landsdystarmetið hjá Fróða Benjaminsen

Hoyr samrøðuna Agnar Prestá gjørdi við brøðurnar Edmundsson. Jóan Símun er fegin um at hava javnað landsdystar…

05.09.2025
Viljormur visti ikki av at hann hevur flest minuttir á landsliðnum

Hóast Viljormur Davidsen við 89 landsdystum hevur spælt seks landsdystir færri enn Jóan Símun Edmundsson og Fr…

05.09.2025
Mattias: Eitt vónbrot at tapa óannsæð hvussu sterk mótstøðan er

Aftaná 0-1 tapið fyri Kroatia tosaði Pætur Nolsøe við landsliðsmálverjan, Mattias H. Lamhauge, ið stóð sera væ…

05.09.2025
Eyðun iðrar seg um at Føroyar ikki fingu stig – Zlatko Dalic er lættur um kroatiska sigurin

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein, og samrøðuna Rúni á Reynatr…

05.09.2025
Hanus Sørensen: Eg skuldi havt lagt okkum á odda í fyrra hálvleiki

Hanus Sørensen iðraði seg, tá Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á hann aftaná tepra 0-1 tapið fyri Kroatia: – Eg…

05.09.2025
Heðin Askham: Gott føroyskt avrik – men burdu spent álopsbogan seinastu løtuna

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá sigursmálinum Kroatia skoraði í 1-…

05.09.2025
Upptaktssendingin undan HM-undankappingardystinum Føroyar-Kroatia

Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe, Petur Asbjørn Lervig, Agnar Prestá og Trygvi Absalonsen gjørdu við venjara, lei…

05.09.2025
Samrøða við: Eyðun Klakstein
05.09.2025
Samrøða við: Jóannes Kalsø Danielsen
05.09.2025
Eiler hevur dømt 400 dystir í bestu fótbóltsdeildini – væntar ikki at røkka 500 dystum

Síðani 2001 hevur 48 ára gamli, Eiler Rasmussen verið dómari í bestu mansdeildini í fótbólti. Í kvøld náddi ha…

29.08.2025
Sigfríður fegnast um gott avrik – Aron fegnast um trý stig til NSÍ

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum EB/Streymur-NSÍ 1-3 (1-2). Hoyr eisini samr…

29.08.2025
Javnleikurin í Sarpugerði gagnast betur hjá Andrasi Olsen enn hjá Sølva Vatnhamar

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum Víkingur-EB/Streymur 1-1 (0-0), o…

24.08.2025
NSÍ-formaðurin: Annað plássið hevur stóran týdning

NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen var heimildarmaður hjá FM1 til dystin NSÍ-FC Suðuroy 3-1 (1-1). Hann heldur, a…

24.08.2025
Sigurin kemur á eitt turt stað hjá B36

Hoyr telefonsamrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen og høvuðsvenjara…

24.08.2025
Jákup B um KÍ-HB 0-0: Ein dystur millum tvey lið sum stríddust væl

Hoyr Eli Simonsen, viðmerkjara hjá FM1 taka samanum dystin KÍ-HB 0-0, sum Eli heldur vera eina rætta mynd av d…

24.08.2025