Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jákup Jacobsen: – Vit í Skála ÍF kundu ikki ynskt eina betri byrjan fyri nýggja høvuðsvenjaran

Aftaná 1-0 (0-0) sigurin hjá Skála ÍF á B68 á Svangaskarði fekk Brynjar J. Poulsen orðið á hjálparvenjaran, Já…

23.08.2026
Bjarki Nielsen: – AB er langt frá tryggjað í deildini

Aftaná 0-2 (0-0) tapið hjá AB fyri EB/Streymi við Margáir í Streymnesi fekk Trygvi Absalonsen orðið á ein vónb…

23.08.2026
Mikkjal Hellisá: – EB/Streymur var betra liðið í seinna hálvleiki

Aftaná 2-0 (0-0) heimasigurin hjá EB/Streymi á AB gjørdi Trygvi Absalonsen eina telefonsamrøðu við liðskiparan…

23.08.2026
Stefan Radosavljevic: – Tað hekk ikki saman hjá HB í dag

Trygvi Absalonsen gjørdi eina telefonsamrøðu við Stefan Radosavljevic hjá HB, ið saman við liðfeløgunum snávað…

23.08.2026
Høgni E. Nielsen: – 07 Vestur stríddist væl í Gundadali

Trygvi Absalonsen gjørdi telefonsamrøðu við Høgna E. Nielsen hjá 07 Vestur, ið saman við liðfeløgunum megnaði …

23.08.2026
Daniel Johansen: – KÍ-arnir hava ein ringan smakk í munninum aftaná mista sigurin

Aftaná 2-2 (0-0) javnleikin, har KÍ var á odda 2-0 fekk Trygvi Absalonsen orðið á Daniel Johansen. Daniel stað…

23.08.2026
Obbekjær stórfegnast um týðandi stigið – men iðrar seg um spælið fyrstu 70 minuttirnar

Aftaná sera týðandi 2-2 (0-0) javnleikin, har NSÍ var aftanfyri 0-2, men javnaði til 2-2 langt inni í yvirtíði…

23.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – KÍ var omaná í 70 minuttir – væl komið aftur av NSÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skot…

23.08.2026
Hannis Agnarsson: – Vit stríddust væl allar 90 minuttirnar

Aftaná annan 0-0 javnleikin millum Víking og B36 í hesum kappingarárinum fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Hannis …

21.08.2026
16 ára gamli Rósing hjá Víkingi: – Ein sera góð kensla at spæla fyrsta dystin frá byrjan

Aftaná annan 0-0 javnleikin millum Víking og B36 í hesum kappingarárinum fekk Rúni á Reynatrøð orðið á 16 ára …

21.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Javnleikur 0-0 er eitt liviligt úrslit fyri bæði Víking og B36

Aftaná annan 0-0 javnleikin millum Víking og B36 í hesum kappingarárinum fekk Rúni á Reynatrøð viðmerkjaran, E…

21.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1 trýr avgjørt upp á møguleikan hjá KÍ at røkka deildarspælinum

Aftaná 0-0 javnleikin í fyrra røkk støkk dystinum um at sleppa í deildarspælið í Conference League millum KÍ o…

20.08.2026
Gilli Rólantsson og Dávid Reynheim síggja fram til mest avgerandi vikuna hjá KÍ

Aftaná 0-0 javnleikin í fyrra røkk støkk dystinum um at sleppa í deildarspælið í Conference League millum KÍ o…

20.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Ein stuttligur dystur á Argjum at vera vitni til

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Kára Nielsen siga frá teimum sjey málunum, ið vóru sko…

17.08.2026
Jonn Johannesen: – KÍ vísti eina ótrúliga mentala styrki í kvøld

Aftaná minniliga 4-3 (2-1) sigurin hjá KÍ, har KÍ vendi hóttandi 2-3 tapi til 4-3 sigur fekk Brynjar J. Poulse…

17.08.2026
Sørin Samuelsen: – Tað er ov vánaligt av AB at lata fýra mál inn

Royndi miðverjin skal nýta eina løtu til at koma yvir dramatiska dystin móti KÍ, har AB misti 3-2 leiðslu sein…

17.08.2026