Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindir á FM1 kl 17 mikudag

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men…. 9420 arbeiðstakarar í Føroyum hava svarað stóru …

10.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mikudag

Kravboð frá Landslæknanum. Í ein tíma fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á landsvegnum undir Hei…

10.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 týsdag

Watson kemur ikki til Føroyar í summar. 298 sluppu inn Tróndur Møller Sandoy – eru viðurskiftini við at gerast…

09.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag

Hagstovan kunngjørdxi í gjár, at brúkaraprísirnir, samrøða: Tróndur Møller Sandoy, ph.d Ógrundað uppsøgn Í gjá…

09.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 fríggjadag

KT-trygd. Fíggjarnevndin játtaðu pengar til sjósavnið. Grind í Gøtu. Norðurlendski íløgubankin og Føroya Banki…

05.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag

Grind í Gøtu Norðurlendski íløgubankin og Føroya Banki hava undirskrivað triðju lánsavtaluna. Rynkeby samrøða …

05.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Tørvur er á at seta munandi fleiri serlæknar í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknar komandi árini.Samrøða: Margi…

04.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag

Rist – nýggj matstova í SaltangaráSamrøða: Signar Nielsen Høgni á fund í Tokyo Skúlin á Skúlatrøð skal hava ný…

02.07.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Fríggjadagin 28. juni

Í sendingini prátaði Árni Gregersen við Rúna Djurhuus frá VOXBOTN, og við Kára Johansen, nevndarformann í SEV….

28.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Tað er summar og stevnur og festivalar eru á skránni. Og nú er aftur hóskandi at minna á, at rúsur og ferðsla …

27.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 hósdag

Námsfrøðiligt yvirlit Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, og kunngerð um námsfrøðiligt eftirlit.S…

27.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 mánadag

Vónin – Í 2023 hevði Vónin-samtakið eina søluframgongd upp á 34 milliónir krónur. Kinesiskt skip við trimum to…

24.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mánadag

Hvat er støðan nú eftir at hava sitið á taburettunum í Tinganesi í 18 mánaðir?Samrøða: Høgni Hoydal Fekk koyri…

24.06.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Fríggjadagin 21. juni 2024

Samrøða við Bárð á Steig Nielsen, formann Sambandsfloksins um yvirtøkuna av landslæknanum.

21.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Byggja terminal á MolanumSamrøða: Jens Meinhard Rasmussen  Tólmenni til vasking Sleppa at søkkja Helenu á Norð…

20.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 mánadag

Amerikanski laksamarknaðurin Enniberg afturhildin í russiskum sjógvi Koyrdi við kenning Kommunusamanlegging -B…

17.06.2024