Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindasendingin klokkan 12 – Mikudagin 22. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Unn Laksá frá Sjókovanum.

22.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Týsdagin 21. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Tórbjørn Jacobsen.

21.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Týsdagin 21. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við formannin í kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen og Høgna Hansen …

21.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Fríggjadagin 17. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Rógva Róin, stjóra í P/F Petur Larsen.

17.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Fríggjadagin 17. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Árna G. Olsen frá Ferðavinnufelagnum um uppskotið um gongd í ha…

17.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Hósdagin 16. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Bjarna Kárason Petersen.

16.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Hósdagin 16. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Aksel V. Johannesen, løgmann.

16.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Mikudagin 15. mai

Gestir hjá Árna Gregersen vóru Erhard Joensen og Petur Eirik Djurhuus.

15.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Mikudagin 15. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Petur Eirik Djurhuus frá PE handlunum.

15.05.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag
14.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Mánadagin 13. mai

Gestir hjá Árna Gregersen vóru Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum og Høgni Hansen frá Fiskamarknaðinum….

13.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Mánadagin 13. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Høgna Hansen frá Fiskamarknaðinum.

13.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – fríggjadagin 10. mai

Gestir í tíðindasendingini hjá Árna Gregersen vóru Jóhan Páll Joensen og Peter S. Holm.

10.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – fríggjadagin 10. mai

Gestur í tíðindasendingini hjá Árna Gregersen var Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos. Eisini hoyrdu vit eina…

10.05.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mikudag
08.05.2024
Tíðindasendingin mánadagin 6. mai klokkan 17

Gestur hjá Árna Gregersen í tíðindasendingini var Marjun í Kálvalíð, prestur sum greiddi frá samkirkjudøgunum….

06.05.2024