Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Byggisamtyktin broytt Famjins tunnilin Føroysk Miðlafólk vísa staðiliga aftur, at miðlafólk arbeiða við fjalda…

13.06.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Fríggjadagin 7. juni 2024

Skottilburður á Strondum. 2. Tað seinasta frá verkfallinum. 3. Samrøða við Dennis Holm, landsstýrismann um lan…

07.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Fakfeløg á fundSamrøða: Rentan er lækkað Betri Banki Olav GuttesenStraksdómur í rættinumSamrøða: Akraberg á Fu…

06.06.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag

VerkfalliðSamrøða við Virgar EnghamarAltjóða roykidagurLøgganFólkaheilsustýrið skiftir navnFøroyar – Andorra, …

31.05.2024
Tíðindir á FM1 hósdag kl 17

Sjúrður Skaale verður róstur upp til skíggja fyri sína røðu á Fólkatingi í nátt

30.05.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 hósdag

Fundur við semingsmannin Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin Fleiri býráðslimir í Havn Øssu…

30.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Mikudagin 29. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Herborg Johannesen, serlækna í diabetes.

29.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Týsdagin 28. mai 2024

Í tíðindasendingini var prátað við Regin I. Jacobsen og Poul Andrias Ziska.

28.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Týsdagin 28. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Poul Andrias Ziska.

28.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Mánadagin 27. mai 2024
27.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Mánadagin 27. mai

Í tíðindasendingini var prátað við Vígdis Johannesen, Samuel Chukwudi og Sigurjón Einarsson.

27.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Fríggjadagin 24. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

24.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Fríggjadagin 24. mai 2024

HOYR tíðindasendingina her:

24.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Hósdagin 23. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Aksel V. Johannesen, løgmann um kongavitjanina í juni.

23.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 12 – Hósdagin 23. mai 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Boga P. Nielsen, stjóra í Faroe Ship.

23.05.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Mikudagin 22. mai

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við Unn Laksá.

22.05.2024