Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2024-09-26 kl 12:00 – Meldaðir fyri at eta hummarar

Nú eru fólk aftur meldað fyri at hava etið livandi hummarar í Føroyum. Sølan í virði og umroknað til mongdir f…

26.09.2024
2024-09-25 kl 12:00 – Sagt ósatt fyri Løgtinginum

Ingilín hongur í klønum tráð. Samrøða: Jóannes Ejdesgaard. Arbeiðsloysið. Ættleiða børn, samrøða: Bjarni Káras…

25.09.2024
2024-09-24 kl 17:00 – Gjaldstovan í alarmi
24.09.2024
2024-09-23 kl 17:00 – Hvassar atfinningar móti sambýlinum á Mýruni

Klaksvík er hackað. Av manglum, sum Almannaverkið vísti á, vóru m.a. MRCC fekk fráboðanina um 11-tíðina. Talv …

23.09.2024
2024-09-23 kl 12:00 – Uppskot um húsakeyp

Sambandsflokkurin tíðindafund – Samrøða: Bárður Nielsen. Ein stórfingin stand­mynd av fak­felags­kempuni Andre…

23.09.2024
2024-09-20: Spír­ar og Spor­ar Ársins á­tak á Vinnu­degnum

Spírar og Sporar.Samrøða: Magnus Magnusson. Sama skattaproent í Havn. Løgreglan gjørt eftirmeting. Staksdagar …

20.09.2024
2024-09-19: Yvirskot á 22 milliónir kr hóast knapt 7500 skaðafráboðanir

Tryggingarfelagið. Tvær merktar grindir. Margretha drotning varð í gjárkvøldið flutt á Ríkissjúkrahúsið. Frídø…

19.09.2024
2024-09-19: Daisy datt

Trygdarpolitisk viðurskifti. Daisy datt. Frídømdur. Vinnuforum 2024. Steðgaði veiting til politiska upplýsing….

19.09.2024
2024-09-18: Fóðurframleiðslan verður tvífaldað

Tunlar í Fuglafirði. Sethúsaprísirnir hækka. Skal sita fýra vikur afturat. Trygdin í tunlunum, samrøða: Dennis…

18.09.2024
2024-09-18: Dennis Holm um trygd í tunlum

Varðveita ratingina. Trygdin í tunlunum, samrøða: Dennis Holm. Skal sita fýra vikur afturat. Ringur roykur úr …

18.09.2024
2024-09-17: Bára Gunnarsdóttir um Vinnudagin

Samrøða: Bára Gunnarsdóttir – Vinnudagurin. Skerja ikki ríkisveitingina. Handilsjavnin. Lønin miðal.

17.09.2024
2024-09-17: Luktur í Hósvík

Lønin miðal. Luktur í Hósvík. Ocean Rain Forrest. Standmynd av Andreu avdúkað sunnudagin. Talv OL.

17.09.2024
2024-09-16: Lítil fiskur hesa vikuna

Veljarakanning á portal.fo. Samrøða: Fiskamarknaðurin Høgni Hansen. Samrøða: Ráðið fyri ferðslutryd Louisa Gle…

16.09.2024
2024-09-13: Tíðindir á FM1 kl 17 fríggjadag

Í gjár hevði Suðurstreymoyar Javnaðarfelag uppstillingarfund, har endaligi listin skuldi gerast liðugur til bý…

13.09.2024
2024-09-13 – Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag

Tað er ikki javnstøða millum kvinnur og menn, tá ið vit hyggja at hvussu bý- og bygdaráðini eru mannað.Samrøða…

13.09.2024
2024-09-12 – Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Rentan. Sildakvotan lækkar. Miðflokkurin stillar upp til kommunvalið.Jenis av Rana, formaður var við í telefon…

12.09.2024