Tú lurtar eftir

Magne: Vit hava havt eina góða venjingarviku

09.07.2024

– Vit hava nógvar fingið nógvar upplýsingar um FK Auda, so vit hava fyrireika okkum væl. Liðið hevur góðar einstaklingar, men liðið er kanska ikki so væl samanspælt. Tað sigur venjarin hjá B36, Magne Hoseth, nú B36 er í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, har seinastu fyrireikingarnar eru til dystin í annaðkvøld. Magne Hoseth sigur, at tað er eitt sindur óvist, hvussu góð fótbóltsdeildin er í Lettlandi, men at har eru nakrir góðir fótbóltsspælarar. – Vit mugu spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað kann røkka. Allir spælarar eru tøkir, men Mihau (Michael Przybylski, jour.) hevur ein lítlan skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur, greiðir B36 venjarin frá fyri FM1. Auda liggur í løtuni nummar seks í bestu deildini í Lettlandi, Virsliga. Í fjør endaði Auda á triðja plássi í deildini, men árið fyri – í 2022 – vann Auda steypakappingina í Lettlandi, sum er einasti heiður, ið felagið hevur fingið í 55 ára gomlu søguni hjá felagnum, sum heldur til beint sunnanfyri høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga. FM1 fer at siga frá dystinum millum FK Auda og B36, og Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður. Hoyr samrøðu við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

.

Allar sendingar í røðini
Gylti grikski leikarin úr Usbekistan

Vasilis Hatzipanagis var føddur 26. oktobur 1954 í Tashkent. Foreldrini vóru vinstravend politisk flóttafólk ú…

31.01.2025
1.797 lestrarpláss boðin út í summar

1.797 lestrarpláss verða boðin út innan miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar í summar. Tað stendur í svari fr…

29.01.2025
Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen í grein 6 nevnd

Landsstýrið hevur nú valt sínar tveir limir í grein 6 nevndina, sum hevur til uppgávu at greiða, um stjórnarsk…

29.01.2025
Kroatia og Frakland vunnu seg í hálvfinaluna í seinastu sekundunum

Kroatia vann ein dramatiskan 31-30 sigur á Ungarn. Tað hendi á síðstu sekundunum av dystinum, tá Marin Sipic s…

28.01.2025
2025-01-28 – Tíðindi kl 17 týsdag

Gistinætur. – Orkan á Fossum. – Helgi vil hava ordiligt svar. – Verjusemja millum flokkarnar á Fólkatingi um A…

28.01.2025
Eldur í bili í Leirvíkstunlinum

Løgreglan boðaði fyri lítlari løtu síðani frá, at eldur er í einum bili inni í Leirvíkstunlinum, sum tí er sto…

28.01.2025
Sjey hondbóltsdystir í dag

Fýra dystir verða spældir í bestu kvinnudeildini og tríggir í bestu mansdeildini. Mest spennandi dysturin í kv…

26.01.2025
Veðrið kann ávirka samferðsluna fyrrapartin í morgin

Strandfaraskip Landsins boðar frá, at møguligar broytingar ella avlýsingar kunnu koma fyri fyrrapartin fríggja…

16.01.2025
VFF Cup á 14. ári

Venjarafelag Føroya skipar á 14. ári fyri VFF Cup. Talan er um eina væl skipaða kapping millum fremstu liðini …

15.01.2025
Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá FSF

Fótbóltssamband Føroya og Bakkafrost hava undirskrivað eina nýggja avtalu, ið inniber, at alifyritøkan á Glyvr…

08.01.2025
Arbeiðsloysið framvegis sera lágt

Arbeiðsloysið er framvegis sera lágt. Tað vísa nýggjastu hagtølini fyri arbeiðsloysi frá Hagstovu Føroya. Arbe…

08.01.2025
Týskur dómari ynskir at broyta fótbóltsreglar

Týski Bundesliga-dómarin; Patrick Ittrich; hevur mælt til at gera fleiri broytingar í fótbóltsreglunum. 1) Fyr…

06.01.2025
Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu leggur samstarvsavtalu fram í morgin

Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu bjóðar til tíðindafund í morgin.  Á fundinum verður samstarvsavtal…

06.01.2025
5. januar 1963 var eisini stórkavi í Bretlandi

Seinastu árini hevur upphiting av øllum jarðarknøttinum verið nógv frammi, men soleiðis hevur ikki altíð. Fyrr…

05.01.2025
Fyrrverandi fótbóltsleikari forseti

Um okkara leiðir er tað ikki óvanligt, at fyrrverandi fótbóltsleikarar enda sum løgmenn. Vit kunnu nevna Anfin…

02.01.2025
Sandoyar Ítróttarfelag B71 fyllir 55 ár

Ein bóltur rak á land á Sandi Søgan sigur, at ein fótbóltur skolaði upp á land í Søltuvík nøkur ár eftir, at T…

02.01.2025