Tú lurtar eftir

Magne: Vit hava havt eina góða venjingarviku

09.07.2024

– Vit hava nógvar fingið nógvar upplýsingar um FK Auda, so vit hava fyrireika okkum væl. Liðið hevur góðar einstaklingar, men liðið er kanska ikki so væl samanspælt. Tað sigur venjarin hjá B36, Magne Hoseth, nú B36 er í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, har seinastu fyrireikingarnar eru til dystin í annaðkvøld. Magne Hoseth sigur, at tað er eitt sindur óvist, hvussu góð fótbóltsdeildin er í Lettlandi, men at har eru nakrir góðir fótbóltsspælarar. – Vit mugu spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað kann røkka. Allir spælarar eru tøkir, men Mihau (Michael Przybylski, jour.) hevur ein lítlan skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur, greiðir B36 venjarin frá fyri FM1. Auda liggur í løtuni nummar seks í bestu deildini í Lettlandi, Virsliga. Í fjør endaði Auda á triðja plássi í deildini, men árið fyri – í 2022 – vann Auda steypakappingina í Lettlandi, sum er einasti heiður, ið felagið hevur fingið í 55 ára gomlu søguni hjá felagnum, sum heldur til beint sunnanfyri høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga. FM1 fer at siga frá dystinum millum FK Auda og B36, og Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður. Hoyr samrøðu við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

.

Allar sendingar í røðini
Fyrrverandi fótbóltsleikari forseti

Um okkara leiðir er tað ikki óvanligt, at fyrrverandi fótbóltsleikarar enda sum løgmenn. Vit kunnu nevna Anfin…

02.01.2025
Sandoyar Ítróttarfelag B71 fyllir 55 ár

Ein bóltur rak á land á Sandi Søgan sigur, at ein fótbóltur skolaði upp á land í Søltuvík nøkur ár eftir, at T…

02.01.2025
Dabo heldur fram í Sundalagnum

EB/Streymur hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Boubacar Sidik Dabo, sum kom til EB/Streym seinasta kappin…

29.12.2024
FM1 ynskir lurtarum og lesarum gleðilig jól

Gleðilig jól, kæru lurtarar og lesarar hjá FM1. Vit ynskja tykkum øllum eini friðsæl og hugnalig jól 🎄 Bestu y…

24.12.2024
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir

Frá 1. januar 2025 fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki. Siglingarfráboðani…

24.12.2024
Hátíðarhald fyri føroyskum sum annaðmál

Fyrsta skeiðið í føroyskum sum annaðmál á Glasir var liðugt her fyri jól. Hetta er eisini fyrsta skeiðið, síða…

23.12.2024
Prísirnir hækka við minni ferð

Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Frá novembur 2023 til novembur 2024 eru prísirnir hæk…

20.12.2024
23 sveinar prógv í Klaksvík

Fríggjadagin 13. desembur fingu 23 sveinar handað sveinaprógv á Tekniska skúla í Klaksvík, fimm húsasmiðir, át…

17.12.2024
SMS-deildin tekur skap

Kyndil, sum vann á H71, hevur framvegis vunnið allar dystirnar í bestu deildini hjá kvinnum og er klárt fremst…

15.12.2024
Mansverja av Turið bjargaði H71 javnleik

Faxe Kondi steypakappingin kvinnur – bólkur 1Kyndil – H71 32-32 (20-14) Frá byrjan av seinna hálvleiki sendi v…

12.12.2024